Finn Jakobsen farin frá sum stjóri á Magn

Magn skal hava nýggjan stjóra. Í dag er avtala gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri. Finn hevur verið stjóri síðani 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri. Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin.

Finn Jakobsen er í dag farin frá sum stjóri á oljufelagnum Magn. Hann hevur verið stjóri síðani 2020

Fyribilsstjóri verður Christian Nagata, næstformaður í P/f Magn. Christian hevur undan næstformanssessinum verið nevndarformaður í Magn frá 2006 til 2015, og áðrenn tað var hann fíggjarstjóri, og hevur sostatt drúgvar royndir og stórt innlit í felagið. 

 

“At Christian hevur játtað at taka við sum fyribilsstjóri tryggjar ein stabiliet og framhaldandi rakstur, so at okkara kundar og starvsfólk merkja so lítið sum gjørligt til skiftið”, leggur Jan Petersen afturat. 

 

Magn fer nú undir tilgongdina at søkja eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við skjótast gjørligt. 

 

##med2##

 

Finn Jakobsen er í dag farin frá sum stjóri á oljufelagnum Magn. Hann hevur verið stjóri síðani 2020

Christian Nagata er fyribils stjóri á Magn