Finskir myndugleikar fóru hósdagin undir eftirlit við tangaskipinum "Eagle S.", sum er undir illgruna fyri at hava skatt ein el-kaðal og fleiri datakaðlar í Eystrasalti yvir jól.
Tað upplýsir finska flutnings- og samferðslustýrið, sambært finska blaðnum Hufvudstadsbladet.
Eftirlitið skal fáa greiðu á, um skipið lýkur altjóða trygdarkrøv og hevur galdandi prógv.
Finska løgreglan ger longu løgreglukanning av skipinum.
Kanningin hjá løgregluni viðvíkur beinleiðis kaðalbrotunum í Eystrasalti, meðan kanningin, sum varð sett í verk í gjár, er vanlig og snýr seg um sjálvt skipið og støðuna á tí.
Kanningin kann taka fleiri dagar, upplýsir stýrið í tíðindaskrivi.
Eftirlitið fer fram sum liður í altjóða sjóeftirlitsskipan. Eftirlitið krevur, at einstøku londini kanna útlendsk skip, sum leggja at í teirra havnum.
"Eagle S." er kós út fyri finska býnum Borgå í Finnlandsflógvanum.
/Ritzau/