Sycamore Gap træið er eitt av teimum kendastu í Bretlandi og sæst í filminum "Robin Hood: The Outlaw" frá 1991. - Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix

Fleiri ára fongsul fyri at fella ikoniskt træ

Sycamore Gap træið hevur verið brúkt í filmum og er eitt av kendastu trøunum í Bretlandi.

Sycamore Gap træið er eitt av teimum kendastu í Bretlandi og sæst í filminum "Robin Hood: The Outlaw" frá 1991. - Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix

Í september 2023 elvdi tað til stórt forargilsi, at eitt kent ahorntræ varð felt í Norðurbretlandi.

Í dag varð dómurin sagdur teimum báðum monnunum í 30-árunum, sum áður vóru funnir sekir í at hava høgt Sycamore Gap træið niður.

Í einum bretskum rætti hava teir fingið fýra ár og tríggjar mánaðar fongsulsrevsing hvør.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Træið fekk ikoniskan status, áðrenn tað varð felt. Millum annað var tað við í filminum "Robin Hood: The Outlaw", sum kom út í 1991 og spælir amerikanski sjónleikarin Kevin Costner í høvuðsleiklutinum.

Tað varð eisini kosið ársins træ í Bretlandi í 2016.

Træið var eisini eitt vælumtókt motiv og hevði staðið við Hadrians múr, sum er heimsarvur hjá UNESCO, í næstan 200 ár, til tað varð felt.

Í dag segði dómarin í málinum, Christina Lambert, at træið var vorðið "eitt landamærki, eitt symbol uppá vakurleikan í sínum ótamda landslagi" fyri tey, sum búgva í økinum.

Teir báðir menninir, sum eita Daniel Graham, 39 ár, og Adam Carruthers, 32 ár, vórðu funnir sekir í at hava felt træið í mai.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

Sycamore Gap træið er eitt av teimum kendastu í Bretlandi og sæst í filminum "Robin Hood: The Outlaw" frá 1991. - Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix