Kvinnurnar hjá Fleyr hava fyrimunin undan 2. FM finaluni í Hotel Djurhuus deildini.
Tað eydnaðist aftaná ein dramatiskan og spennandi fimmsettara Fleyr at vinna 1. FM finaluna á SÍ í høllini á Giljanesi.
SÍ-Fleyr 2-3 (25-17, 21-25, 25-27, 25-21, 13-15).
2. FM finalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin klokkan 13. Vinnur Fleyr eisini tá eru tær føroyameistarar 2025. Vinnur SÍ dystin leygardagin verður 3. og avgerandi FM finalan leikt á Giljanesi. Helst verður tann dysturin leiktur í komandi viku.