Í gjár var altjóða dagur hjá teimum, ið bera brek.
Í Tjóðveldi hava vit brúk nógva orku í hesum valskeiði at lurta eftir fólki, avvarðandi og felagsskapum – og at gera uppskot og orða mál fyri tí atkomiliga og javnsetta samfelagnum.
Í valskránni hava vit lagt dent á hesi mál:
Vit vilja fremja brekpolitisku virkisætlanina í samstarvi við MEGD og øll avvarðandi – og skipa eitt brekumboð, sum støðugt viðger og tryggjar rættindini, eisini við støði í sáttmálanum hjá ST, sum vit hava bundið okkum til.
- Atkoma skal vera eitt krav til alla bygging og almenn rúm.
- Bústaðir og heim til fólk við serligum tørvi skulu áhaldandi byggjast.
- Fyritíðarpensjónistar skulu hava betri kor og eftirløn.
- Broytingi í skipanini við tillagaðum starvi, sum núsitandi samgonga gjørdi munin verri fyri summar bólkar, skal fáast aftur til fult lønarendurgjald.
X við E
Høgni Hoydal