Tað eru nógvir møguleikar í einum fólkatingssessi – um hann verður brúktur rætt. Ein fólkatingssessur kann eisini gera stóran skaða fyri Føroyar, um hann ikki verður brúktur rætt.
Hetta skulu vit gera:
Vit skulu gera okkara ávirkan galdandi, soleiðis at málsøkini sum eru felagsmál (tey sokallaðu donsku málsøkini) verða røkt. Til dømis hevur Sambandsflokkurin slóðað fyri, at føroyingar kunnu fáa CPR-nummar í Føroyum. Hetta ger tað lættari at sleppa framat tænastum í Danmark og at virka tvørturum landamørkini. Sambandsflokkurin hevur eisini arbeitt við at fáa nýtt fongsul bygt í Føroyum, og okkara fólkatingsmaður hevur havt sætið í uttanríkispolitisku nevndini, har til ber at fáa trúnaðarupplýsingar um trygdarpolitikk, støðuna í Arktis, og onnur mál, sum hava føroyskan áhuga.
Sambandsflokkurin hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði, sum ikki er beinleiðis partur av felagsmálunum, og eisini uttanfyri Fólkatingið er eitt stórt arbeiði gjørt fyri føroyingar.
Hetta skulu vit ikki gera:
Ein fólkatingssessur kann eisini gera stóran skaða fyri Føroyar, um hann ikki verður brúktur rætt.
Flokkar sum ikki vilja hava eitt semjusøkjandi samstarv í ríkisfelagsskapinum, men heldur vilja avbyrging, kunnu brúka fólkatingssessin til slíkt niðurbrótandi virksemi. Tað hevur okkara land ikki brúk fyri.
Eg havi fulla virðing fyri tí, at ein partur av Føroya fólki vil hava loysing. Men so leingi sum tað ikki er hent, so mugu vit brúka allar kreftir til at fáa so nógv sum møguligt burturúr støðuni sum vit eru í - og har eru nógvir møguleikar.
Vit skulu hava eina greiða, sterka og semjusøkjandi føroyska rødd á Fólkatingi, har vit gera okkara ávirkan galdandi í øllum, sum viðvíkur Føroyum.
Helgi Abrahamsen,
valevni fyri Sambandsflokkin