Kjakið um misálitsatkvøðuna móti forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, er "úti av proportiónum".
Tað heldur Niels Flemming Hansen, sum umboðar EPP-bólkin í ES-tinginum. Tað er sami politiska bólkur, sum von der Leyen er í.
Hann væntar ikki, at von der Leyen verður feld í vikuni.
Somuleiðis heldur Kira Marie Peter-Hansen hjá danska SF ikki, at atkvøðugreiðslan fer at føra til uppsøgn av kommissiónsforkvinnuni.
SF-limurin, sum umboðar tey grønu í ES-tinginum, heldur tó, at von der Leyen eigur at taka atkvøðugreiðsluna í álvara.
– Atkvøðugreiðslan er greitt prógv um, at tú ikki kanst byggja ein trúverdigan meiriluta uppá stuðul frá ytstu høgru. Í staðin skal hon byrja at røkta viðurskiftini við pro-evropeisku flokkarnar, sigur hon.
Í kvøld fer Evropatingið at kjakast um álit framvegis er á ES-nevndini. Misálitsatkvøðugreiðsla verður hósdagin.
Spurningurin um álit varð reist av ytsta høgraveinginum í ES-tinginum.
– Í ljósinum av teimum álvarsligu kreppunum, sum heimurin stendur fyri beint nú, tykist tað beinleiðis ábyrgdarleyst at vága at kasta ES í eina leiðslukreppu, sigur Niels Flemming Hansen.
Hann heldur, at atkvøðugreiðslan vísir, at nakrir politikarar ikki taka sína ábyrgd í álvara.
Per Clausen í danska Grøna flokkinum væntar heldur ikki, at ytsta høgravongurin fer at savna neyðuga meirilutan.
Hann hevur ikki álit á ES-nevndini hjá Ursulu von der Leyen. Enn hevur hann tó ongar ætlanir um at stuðla misálitsatkvøðuni.
Hetta tí hann heldur, at misálitsatkvøðugreiðslan hevur verið grundað á skeivt grundarlag.
/Ritzau/