Fráboðan frá øllum valevnum hjá Tjóðveldi:

Tjóðveldi tekur onga avgerð sum hóttir gerandisdagin hjá fólki 

Sitandi landsstýri hevur ikki tikið nakra avgerð, funnið nakra semju ella gjørt nakrar fyrireikingar og ætlanir í málinum um okkara samstarv við Russland, men hevur í staðin blakað landið út í eitt valstríð.  

 

Tað loysir tó onki – avgerðin um endurnýggjan av sáttmálanum skal takast nú, innan fyri komandi mánaðan! 

 

Við ongum fyrireikingum, ongum alternativum, ber ikki til at gera broytingar her og nú, uttan at tað gongur hart útyvir føroysk húsarhald. Tað er sjálvandi ikki nakað, Tjóðveldi vil fremja í nøkrum máli. Og vit hava frá byrjan sagt, at sjálvandi skulu allar ætlanir og fyrireikingar gerast. Vinnu- og sjófólk, sum hava Barentshavið sum livibreyð, skulu kunna kenna seg trygg í at livibreyðið eisini er har eftir jól. 

 

Skal nakað broytast, krevst dygg fyrireiking, og breið semja má til. Hetta ásannar eitt samt Tjóðveldi, og vit vænta, at aðrir flokkar hava somu áskoðan.