Tey eru fá sum gera júst tað sum eg geri

Á loftinum í Ribarhúsi í Fuglafirði, verður seymað í stilluviku. Tað er Anni Haraldsen sum undirvísir í myndaseyming

Anni Haraldsen seymar myndir burturúr tógvi, ull, toy og túll. Hon seymar hvønn dag, og tað hevur hon gjørt síðani hon var ung. 

 

- Tá eg var ung í 70unum, var tað modernað at ganga í klæðum við áseymingum, og eg seymaði klæðir fyri fólk.

 

Í dag seymar Anni Haraldsen myndir, og tað er serliga myndaevnið úr føroysku náttúruni sum hugtaka. Tað eru fá listafólk sum gera júst tað sum Anni Haraldsen ger, og tí gerast fólk hugtikin av myndunum hjá henni. Hon er ættað úr Fuglafirði, men hevur búð í Danmark síðani 1983.

 

Fuglafjarðar kvøldskúli bjóðar skeiðið í myndaseyming, og Anni Haraldsen dámar væl at koma til heimbygdina at halda skeið.

 

- Tað er stuttligt at koma til Fuglafjarðar, tí at eg kenni hesar kvinnurnar. Prátið gerst lokalt, so hetta er ikki sum at hava skeið í Danmark.

 

Les longri samrøðu við Anni Haraldsen í komandi Sosiali

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##