Franski forsetin vitjar Grønland 15. juni

Sambært danska forsætisráðfrúuni er vitjanin hjá Macron í Grønlandi eitt "ítøkiligt prógv" um evropiskan samleika.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, bjóðar Mette Frederiksen, donsku forsætisráðfrúuni, vælkomnari á toppfund í París 27.mars í París. 15. juni fer Mette Frederiksen saman við Macron á vitjan í Grønlandi. - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, vitjar í Grønlandi 15. juni.

Eisini luttaka danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen.

Tað skrivar Forsætismálaráðið í tíðindaskrivi. Tað ger grønlendska landsstýrið eisini.

Teir tríggir stjórnarleiðararnir fara at "seta fokus á trygdina í Norðuratlantshavi og Arktis". Men tey fara eisini at umrøða búskaparmenning, veðurlagsbroytingar og orku, stendur í tíðindaskrivinum.

- Tað hevur verið hugvekjandi at uppliva stóra altjóða stuðulin til Grønland og kongaríkið í truplu uttanríkispolitisku støðuni seinastu mánaðirnar.

- Komandi vitjanin hjá Macron forseta í Grønlandi er enn eitt ítøkiligt prógv um evropiskan samleika, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum.

Fyrr í vikuni fekk grønlendski miðilin Sermitsiaq at vita, at vitjan av Macron var á veg.

Í mai var grønlendski uttanríkisráðharrin, Vivian Motzfeldt, á vitjan í Fraklandi og í sambandi við tað, handaði hon innbjóðing um at vitja í Grønlandi.

"Truplu uttanríkispolitisku støðuna", sum forsætisráðharrin tosar um, snýr seg um atgerðirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í mun til Grønland.

Tað er eitt nógv umrøtt evni, síðani Trump gjørdist forseti aftur.

Hann hevur fleiri ferðir upplýst, at hann vil hava Grønland fyri bæði tjóðar- og altjóða trygd.

Hetta hava bæði Danmark og Grønland avvíst.

Frakland hevur áhaldandi víst stuðul við millum annað at siga, at landið var til reiðar at senda hermenn til Grønlands, um Danmark bað um tað fyri at standa ímóti trýsti frá USA.

/Ritzau/

Franski forsetin, Emmanuel Macron, bjóðar Mette Frederiksen, donsku forsætisráðfrúuni, vælkomnari á toppfund í París 27.mars í París. 15. juni fer Mette Frederiksen saman við Macron á vitjan í Grønlandi. - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix