'Für Anela' - Nýtt staklag frá Eli Tausen á Lava

Mynd: Edwina Hay

Tíðindaskriv:

 

Í dag hevur tónaskaldið og klaverleikarin Eli Tausen á Lava útgivið eitt nýtt staklag — eitt klaverstykki, sum tekur lut í einari yvir 200 ára gamlari siðvenju.

 

Í 1810 skrivaði Beethoven verkið Für Elise, og hóast tað ikki varð útgivið fyrr enn 40 ár eftir deyða hansara, gjørdist tað eitt av hansara kendastu verkum. 149 ár seinni, í 1976, skrivaði estiska tónaskaldið Arvo Pärt eitt klaverstykki við heitinum Für Alina. Tað var eitt slóðbrótandi verk, sum gjørdist ímyndin av tintinnabuli, eyðkenda teknikki hansara.

 

Í báðum førum skrivaðu teir verkini til kvinnur í sínum lívi. Pärt skrivaði sítt til dóttrina hjá einum familjuvini — Alina, sum varð blivin avbyrgd frá familju síni av jarntjaldinum. Í Beethovens føri er søgan ein onnur, tí samleikin hjá Elise er framvegis ókendur. Hon kann hava verið ein vinkona, ella kanska okkurt meira.

 

Nú, 49 ár eftir Für Alina og 215 ár eftir Für Elise tekur Eli Tausen á Lava lut í hesari siðvenju við verkinum Für Anela — eitt stykki hann skrivaði sum eina føðingardagsgávu til hansara tøttu vinkonu, íslendska klaverleikaran Anelu Bakraqi.

 

Hóast Für Anela við fyrsta eygnakast er eitt sorgblítt verk, umboðar tað eisini eina stillisliga megi beint undir yvirflatuni.

 

Für Anela kann hoyrast her: https://ffm.to/fur-anela

 

Mynd: Edwina Hay