Fuglafjarðar kommuna og leiðarin í Mentanarhúsinum enda samstarvið

Fuglafjarðar kommuna og Jónas Bloch Danielsen, sum hevur verið leiðari í Mentanarhúsinum, hava í felag gjørt semju um at enda samstarvið. Avtalan kemur í gildi í dag, 23.12.2024, og takkar kommunan leiðaranum fyri hansara arbeiði og íkast til mentanarlívið í kommununi.

 

Hetta skrivar Fuglafjarðar Kommuna.

 

Leiðarin í Mentanarhúsinum hevur verið ein týðandi partur av menningini av húsinum síðani apríl 2017, og hevur hann havt ábyrgd av dagliga rakstrinum, menningini av tiltøkum og samstarvinum við bæði lokalsamfelag og aðrar mentanarstovnar í landinum.

 

Eftir eitt tíðarskeið við innanhýsis samskifti eru partarnir vorðnir samdir um, at ein fráfaringaravtala er tann besta loysnin fyri báðar partar. Mentanarøkið er í støðugari menning, og vil Fuglafjarðar kommuna leggja eina nýggja kós. Avtalan merkir, at leiðarin er fríttstillaður frá í dag, 23.12.2024.

 

Fuglafjarðar kommuna takkar Jónasi Bloch Danielsen fyri hansara drúgva og virðismikla arbeiði í Mentanarhúsinum. og ynskja vit honum alt tað besta í framtíðini.

 

Kommunan fer í næstum undir at lýsa eftir nýggjum leiðara til Mentanarhúsið, skrivar Fuglafjarðar Kommuna.