Fyrsti kúlulaksurin longu fingin 

Í Firum heita tey á øll, ið fáa kúlulaks, um at venda sær til Kirstinu Eliasen, granskara

- Tá Beinir Kristiansen fyrrakvøldið stóð við tráðu í Kaldbaksbotni, fekk hann ársins fyrsta fráboðaða kúlulaks.

 

Tað vita tey á Firum at siga í dag. Lagt verður aftrat, at hetta var ein 45 sentimetrar langur kallfiskur.

 

- Kúlulaksur (Oncorhynchus gorbuscha) er minsti, men talríkasti kyrrahavslaksurin í ættini, Oncorhynchus.

 

Sagt verður, at nattúrliga útbreiðsluøkið hjá kúlulaksi er norðari partur av Kyrrahavinum, har hann gýtir á bæði eystur- og vestursíðuni.

 

- Men, fyri at fáa eina vinnu burtur úr kúlulaksinum, settu russar í fleiri umførum kúlulaks frá Kyrrahavinum út í russiskar áir við Barentshavið og Hvítahavið, og hagani hevur kúlulaksurin síðani spjatt seg vestureftir.

 

Í Firum heita tey á øll, ið fáa kúlulaks, um at venda sær til Kirstinu Eliasen, granskara - á kirstin@firum.fo ella á tlf. 774703.