Kendi nevaleikarin George Foreman er deyður

George Foreman var millum fremstu tungvektsnevaleikararnar í 20. øld

Kendi litti ameriski tungvektsnevaleikarin, George Foreman er deyður, 76 ára gamal.

 

George Foreman var føddur í Marshall í deilríkinum, Texas 10. januar í 1949.

 

19 ára gamal vann George Foreman olympiskt gullheiðursmerki á leikunum í Meksiko býi. Árið eftir gjørdist hann yrkisnevaleikari.

 

George Foreman er serliga gitin fyri tveir nevaleiksdystir um heimsmeistaraheitið í tungvekt.

 

Tann fyrri fór fram í Kingston í Jamaika, har tann undirtippaði George Foreman við einum framúr góðum avriki vann heimsmeistaraheitið frá Joe Frazier. Nevaleiksdysturin sum var nevndur: "Sunshine Showdown" fór fram í Kingston 22. januar í 1973.

 

Árið eftir í 1974 tók George Foreman lut í tí helst kendasta nevaleiksdystinum í 20. øld. George Foreman tapti fyri Mohammad Ali í Kinshasa í afrikanska landinum, Zaire 30. oktober í 1974. Dysturin fór í søguna sum: "The Rumble in the Jungle".

 

Størsta bragdið framdi George Foreman tó í 1994, tá hann sum 45 ára gamal, ið eru ellisár í nevaleiki, megnaði at vinna heimsmeistaraheitið í tungvekt, tá hann vann á Michael Moorer, ið var heili 18 ár yngri enn George Foreman.

 

Av 81 skrásettum nevaleiksdystum vann George Foreman 76 dystir, og tapti fimm dystir.

 

Seinnu árini var George Foreman prædikumaður.

 

##med2##