Gera nógv burtur úr nýggjarsaftan á Tvøroyri

Sum siðvenja er, so verður nógv gjørt burturúr nýggjársaftan á Tvøroyri, og stákast verður í hvørjum horni, fyri at alt skal rigga so væl sum til ber, nýggjársaftan.

Tvøroyrar kommuna. Í morgin, nýggjársaftansmorgun, frá kl. 10:00 – 13:00, bjóðar Tvøroyrar Nýggjársnevnd til stórt morgunmatarborð á Seglloftinum. Eyka nógv er gjørt burturúr hesum í ár og bæði egg og bacon er á matarlepanum – øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar kommunan.

Klokkan 10 verður eisini byrjað at seta blikk upp á vegnum, har kyndlagongan seinni verður. Tey, ið hava hug til at hjálpa til, eru vælkomin at møta inni á Hvítanesi, har tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu heldur til.

Kl. 14:00 verður árliga pílagrímsferðin niðan á Oyrnafjall. Hetta er sera væl umtókt millum fólk og koma vitjandi úr øllum landinum við á túrinum, ið okkurt ár hevur talt heilt upp í 150 fólk. Farið verður óansæð veðrið og byrjað verður við verkstaðið hjá Simo, við Gamlansá. Omankomin aftur, verður væl smakkandi suppa at fáa, ókeypis.

Kl. 23:45 byrjar kyndlagongan frá gamla stoypivirkinum í Trongisvági. 120 faklar eru gjørdir og øll eru vælkomin við at bera – møtið endiliga í góðari tíð, so farast kann stundisliga.

Kl. 24:00 verður bál á sandinum í Trongisvági og Tvøroyrar Nýggjársnevnd setur sítt stórfingna fýrverksshow í gongd av Drelnesi. Hetta er eitt hæddarpunkt á árinum og vónandi møta fólk fjølment til bál og fýrverk.

Seinastu veðurforsøgnirnar boða frá einum loti og annars turt á midnátt.