Greiður heimasigur til Pernille og liðfelagarnar

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn eru fjórðfremst í bestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn tóku móti Sønderjyske í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Keypmannahavn vann takkað verið einum góðum avriki í seinna hálvleiki ein sannførandi 31-23 sigur. Í fyrra hálvleiki var Sønderjyske væl við, og í steðginum var Keypmannahavn bert á odda 12-11.

 

Pernille Brandenborg skoraði trý mál og legði upp til eitt mál.

 

Keypmannahavn er fjórðfremst í deildini við 22 stigum.

 

Heldur ikki í kvøld er føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen við í hópinum hjá Nykøbing Falster, ið spælir á útivølli móti Aarhus. Í løtuni eru tað Cecilie Greve og Louise Egestorp, ið verja málið hjá Nykøbing Falster.