Beint fyri klokkan 8 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin út av Oyggjarvegnum. Bilurin fór út av vegnum og rullaði runt oman í hagan. Har tó bara talan um materiellan skaði, har var eingin persónsskaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Bilførarin viðgekk, at hann hevði verið óansin. Bilførarin var einsamallur í bilinum.
Um 9 tíðina gjáramorgunin var boðað frá einum ferðsluóhappi á Sundsvegnum í Havn. Tað var ein bilførari, sum ikki hevði hildið frástøðuna, tá bilurin frammanfyri steðgaði fyri reyðum ljósið, sum eru sett upp har, meðan vegarbeiði fer fram.
Tað fekk bilførarin klipp í koyrikortið fyri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.