Føroyar hava tryggjað sær bæði gull og silvur í Compound "Head to Head Knockout" kappingini hjá monnum.
Í einari sera tættari finalu vann Nikkel Petersen 142-141 á Jóannesi Poulsen, ið má taka til takkar við silvurinum.
Í bronsuuppgerðini tapti Bogi Andreasen tepurt 132-134 fyri Ethan Moore av Oynni Man. So tað manglaði lítið í, at talan gjørdist um ein reinan føroyskan sigurspall.
Anja Eydnudóttir vann silvur í Compound "Head to Head Knockout" kappingini hjá kvinnum.
Í finaluni tapti Anja 132-137 fyri Zoe Gray av Guernsey.
Hans Petur Højgaard vann silvur í Recurve "Head to Head Knockout" kappingini hjá monnum.
Í finaluni tapti Hans Petur 2-6 fyri William Chater av Falklandsoyggjunum.
##med2##