Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?
- Eg livi eitt vanligt lív - uttan at hugsa so øgiliga nógv um, at alt skal vera so sunt, tí nakar “heilsu-freak” eri eg ikki.
Tað sigur Hilmar Jan Hansen.
Hann vísir á, at tey keypa ikki lidnan mat í handlunum, sum hevur øll møgulig E-nummur, men í staðin gera tey alt frá grundini.
- Hetta er alt púra vanligur føroyskur matur, so sunnari verður tað væl ikki.
Hilmar Jan sigur, at hann fastar sum oftast fyrrapartar, og vanliga etur hann ikki fyrr enn á middegi – og so helst ikki eftir klokkan 20 um kvøldið.
- Hetta heldur vektini niðri og hjálpir upp á blóðsukrið, sigur hann.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Rørsla hevur nógv at siga, tí rørir tú teg ikki, so stirðnar kroppurin, og feittið sleppur ótarnað at seta seg. Ikki tí, eg hvørki renni ella venji, men royni at ganga eitt sindur, so eg fái rørt meg, og tað dámar mær væl.
Hann sigur, at tey búgva mitt í Havnini, so flestu ørindi kunnu gerast uttan at skula seta seg í bilin.
- Viðhvørt kann tað tó krevja eitt sindur at viljastyrki, sigur Hilmar Jan.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Uttan iva ger tað mun fyri bæði likam og sál at vera virkin og at røra seg.
Hilmar Jan Hansen vísir á, at í nøkur ár hevði hann eitt arbeiði, sum var undir opnum himli.
- Tá gekk eg nógv, og tá upplivdi eg feitteljaran sum eina motivatión til júst at ganga minst tað, sum er neyðugt.
Hann sigur, at honum framvegis dámar best, tá fetini nærkast teimum 10.000 um dagin, hóast summi siga, at minni kann eisini gera mun.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini -
Einki er sum ein góður túrur í kajakkini - https://www.in.fo/news-detail/einki-er-sum-ein-godur-turur-i-kajakkini