Havstovan í nýggjari verkætlan

Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt Golfstreymurin, og hvussu samanhangandi hetta rákið er

Havstovan skrivar, at arbeiðið hjá Havstovuni verður at kanna rákið tvørtur um Íslandsryggin og rákið í Hetlandsrennuni. Søkt verður eftir granskara at arbeiða við hesum.

 

EU verkætlanin EPOC, Explaining and predicting the ocean conveyor, byrjaði í 2022, og í henni luttaka 21 ymiskir granskingarstovnar. Fleiri av hesum stovnum máta styrkina í termohalina rákinum aðrastaðni í Atlantshavi, eitt nú við 26°N millum Kanarisku oyggjarnar og Florida og norðuri við Fram Sundið millum Grønland og Svalbard. Men ongin teirra mátar á Grønland-Skotland rygginum, sum Føroyar jú liggja á. EU er tó farið undir eitt víðkanar átak, ið kallast Hop-on, har til ber hjá ávísum londum at søkja um at fara uppí verkætlanir, sum longu eru fíggjaðar. Endamálið er bæði at styrkja granskingarførleikar í ávísum londum og verandi verkætlanir, um hetta gagnar verkætlanini. Tískil stóð tað Havstovuni í boði at søkja um luttøku í EPOC verkætlanini, soleiðis at verkætlanin bleiv víðkað við mátingum frá Grønland-Skotland rygginum.

 

Upprunaliga var ætlanin at Havstovan skuldi fara í gongd við hetta arbeiði í vár, men vegna tøkniligar trupulleikar í skipanini hjá EU hevur tað drigið út við at seta skjøtul á. Nú er komið so væl áleiðis, at lýsast kann eftir fólki til verkætlanina, umframt at Jákup Sverri var undir Íslandi í juni í sambandi við verkætlanina, har fyrstu streymmátararnir vórðu lagdir út. Søkt verður eftir havfrøðingi ella granskara við líknandi útbúgving. Starvslýsingin sæst her.