Týdningarmikið at halda lívsneistan við líka

- Avbjóðingar halda sinnið forvitið og meg sprelknan, sigur Pál Weihe, sum er ein rættiligur arbeiðshestur

 

Vit hava spurt Pál Weihe, hvat hann ger fyri at halda seg sunnan og frískan? 

 

- Eg royni at halda vektini niðri. Tað er eitt gott stríð, og enn mangla nøkur kilo. Havi onga serliga matuppskrift, men fylgi ráðunum um at eta fjølbroytt, men ikki ov nógv. 

Hann vísir á, at tað fellir honum lætt at ganga, og gongd skapar bæði likamliga og sinnisliga vælveru. Hinvegin dámar mær als ikki at renna.

- Eg gavst at roykja fyri mongum árum síðan, og tað haldi eg fast við. Mín alkoholnýtsla er ógvuliga sámulig, serliga tí, at hugurin at drekka mær kenning er minkaður við árunum. 

Brosandi ásannar hann, at fløskurnar av tollfríum veksa í tali í stovuskápinum.  

- Eg royni at halda heilan við líka við at fara til arbeiðis hvønn dag og havi harumframt fitt av granskingaruppgávum framíhjá.  

 

Pál Weihe vísir á, at hann eisini roynir at hava nógv samband við onnur fólk, eitt nú við at bjóða teimum til borðhald heima hjá sær sjálvum.  

- Eisini má eg nevna tey sjey abbabørnini, sum gleða meg hvønn dag, og eg royni at gleða tey. Tað er týdningarmikið at halda lívsneistan við líka, og tað geri eg við at møta fólki og tosa við tey um teirra lív og lagnu.

Ein partur av tí at hitta og samskifta við onnur er at gera sjálvboðið arbeiðið.

- Her eri eg lækni hjá HB og nevndarlimur í Listafelagnum.

Hann sigur, at tað fellir honum ikki lætt at siga nei, tá hann verður biðin um at røða um eitthvørt evni, sum hann ofta í grundini ikki hevur skil fyri. 

- Men, so noyðist eg bara at kýta meg enn meira fyri at siga okkurt skilagott, og tað er henda støðuga kýtingin, sum hann heldur er heilsuberandi.

Og Pál Weihe sigur soleiðis: 

- Tað eru avbjóðingarnar, sum halda sinnið forvitið og meg sprelknan.  

 

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? 

- Um vøddar ikki verða brúktir, so vikna teir. Tað er hópur av gransking, sum vísir greitt samband millum likamsvirkni og nógvar ymiskar sjúkur - ikki minst í hjarta-æðralagnum. 

Hann vísir á, at likamsvenjingar styrkja vøddalagið, soleiðis at tú betur kann stýra kroppinum. 

- Um tú letur vøddarnar vikna, tá tú gerst eldri - ella so gamal sum eg - so veksur vandin fyri at detta og bróta teg sundur, t.d. at fáa mjadnabrot.  

Tað skal vøddamegi til at halda javnvágina. 

- So serliga eldri fólk eiga at røra seg og minnast til at styrkja vøddarnar. Sjálvur gekk eg til rógving seinasta vetur fyri arbeiðstíð hjá Toni Dam, og tað ætli eg mær aftur í heyst.

Hann sigur, at hetta fer hann at gera, tí hann merkir týðiliga, at vøddarnir eru ikki teir somu, sum tá hann var í vælmaktini.

 

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? 

- Ja, tað haldi eg avgjørt. Tað er avgerandi, at tú fært hugin at halda teg likamliga og sinnisliga virknan, og hugin fært tú, tá tú upplivir, hvussu gott tað er, tá tú hevur kýtt teg – í mínum føri eftir loknan róður klokkan 6.45 á morgni og tá eitt nú ein framløga situr væl á pappírinum, ella ein arbeiðsuppgáva er væl úr hondum greidd. 

Og Pál Weihe endar við hesum orðum: 

- Tað má ikki vera ein plága ella pínsla at halda seg likamliga og sálarliga virknan, men heldur nakað, sum tú gert, tí lønin veitrar beint eftir lokið verk, sum likamlig og/ella sinnislig vælvera, sigur hann.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)

 

Lesið eisini -

 

- Eg eri ikki ein “heilsu-freak” - https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-ikki-ein-heilsu-freak