VIDEO: Fredrikstad misti javnleikin móti dystarenda

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Bodø/Glimt 0-1 (0-0)

Liðið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad spældi í kvøld dyst á heimavølli í bestu norsku fótbóltsdeildini. Á vitjan vóru verandi meistararnir, Bodø/Glimt.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við málleysum javnleiki, men í 87. minutti eydnaðist tað Bodø/Glimt at skora sigursmálið.

 

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum tað seinasta stóra korterið av dystinum.

 

Fredrikstad er nummar átta í deildini við 21 stigum. 

 

Komandi sunnudag klokkan 18.15 spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti Ham-Kam.

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Fredrikstad og Bodø/Glimt:

 

##med2##