Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvørja loysn vit frameftir kunnu brúka, tá ið húskir skulu skilja metal og glas.
Nýggja burturkastkunngerðin er á veg, sum fer at seta nýggj krøv til skiljingar av burturkasti, og tí er skilagott at finna útav, hvørjar loysnir rigga best til føroysk viðurskifti.
Í dag endar ein stórur partur av glasi og metali í restburturkastinum. Við at skilja hesar bólkar, minka vit munandi um restburturkastið og kunnu senda hetta tilfeingið til endurvinningar ístaðin.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fegnast um, at verkætlanin nú er komin so langt:
“Tað skal vera lættari hjá borgarum at velja grønar loysnir, og ein partur av tí er at gera tað lættari at skilja endurfeingið. Hetta er eisini nakað, sum sitandi býráðssamgonga setti sær fyri í samstarvsavtaluni – at tað skal vera ómakaleyst hjá fólki og vinnuni at velja grønar loysnir. Hetta er so fyrsta stig av fleiri á leiðini.”
Í royndarverkætlanini verða tvey sløg av spannum brúktar; plastspannir, sum kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og spannir úr rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.
##med2##
##med3##
Skiljistøðirnar í royndarverkætlanini eru staðsettar á hesum støðum:
- Á Karlamagnusarbreyt, Hoyvík
- Við Finsen, Tórshavn
- Á Norðasta Horni, Tórshavn
- Undir Kongavarða, Argir
- Í Tórsbyrgi, Tórshavn
- Í Túnunum í eysturbýnum, Tórshavn
- Við Íbúðirnar á Fløtum, Tórshavn
- Á Óðinshædd, Tórshavn
Grannaløgini fáa vegleiðandi tilfar í postkassan um skiljistøðirnar, og hvussu hesar skulu brúkast.
Meira kann lesast um royndarverkætlanina her.