OYL: Tórur Mortensen vann gull í longdarlopi

Jónas G. Isaksen vann bronsu á 200 metrum

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Tvey føroysk heiðursmerki eru í kvøld komin til høldar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

 

Tórur Mortensen vann gull í longdarlopi. Besta lopið hjá Tóri var 7,40. Regan Corrin av Oynni Man vann silvur. Hansara besta lop var 7,29. 

 

Elisabet Holm Simonsen gjørdist nummar fýra í longdarlopi hjá kvinnum. Hennara besta lop var 5.16. Victoria Hancock úr Guernsey vann gull. Hennara besta lop var 5.35.

 

Jónas G. Isaksen vann bronsu á 200 metrum. Tíðin hjá Jónasi var 21.75. Sebastià Pons Triay úr Minorka vann gull við tíðini 21.52.

 

Hjá kvinnunum bleiv Oddvør Josephsen nummar seks á 200 metrum. Tíðin hjá Oddvør var 26.18. Taylah Paterson úr Orknoyggjum frøddi heimafjøldina við at vinna kappingina. Vinnaratíðin var 24.22.

 

 

 

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya