OYL: Súsanna vann silvur í landavegskoyring

Súsanna Skylv Sørensen hevur nú vunnið tvey silvurheiðursmerki

Mynd: Nancy Poulsen

Súsanna Skylv Sørensen hevur vunnið enn eitt silvurheiðursmerkið í súkkling á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

 

Í dag var tað í sonevnda "Road Race" teininum, landavegskoyring. Pippa Inderwick úr Guernsey vann kappingina.

 

Tíðin hjá Súsonnu var 01:35:45.

 

Fyrradagin vann Súsanna silvur í einkultstarti. 

 

  

Mynd: Nancy Poulsen