Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?
- Mær hevur altíð dámað sera væl at vera virkin hvønn dag – at fara tíðliga upp og at hava ein arbeiðsdag við innihaldi, sigur Heðin Mortensen.
Honum dámar væl at fara út á trøðna, geva seyðinum og gæsnum og annars at takast við alt, sum hevur við eina trøð at gera, og tað er ikki so lítið.
- Stundum gevi eg mær eisini tíð til at ganga ella renna av trøðni og inn í Havnardal, sum er ein teinur á einar fimm kilometrar. Hetta er altíð gott.
Men, hvussu var tey árini, tá Heðin Mortensen var borgarstjóri, og vit kundu ímyndað okkum, at hann tá sat nógv niðri?
- Jú, so er, men eg havi ongantíð bara sitið við eitt skrivaraborð. Eg havi gingið nógv úti og havi vitjað stovnar og borgarar og hoyrt teirra meining um kommununa.
Fyrrverandi borgarstjórin og núverandi býráðslimurin er eisini handverkslærdur.
- So mær dámar væl at smíða, mála, røkja urtagarð og fáast við uttanumøkir, sum skulu haldast við líka heima við hús.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Jú, tað ræður um at røra seg nógv og at gera tað, tú tímir og hevur alsk til. Ert tú virkin, svevur tú betri, og tá ert tú eisini í betri lag.
Heðin Mortensen heldur, at tað er lættari at síggja og frøast um alt tað góða, tá tú sært náttúruna, upplivir fuglalívið og hittir glað fólk og nøgdar borgarar.
- Tá fellur eisini alt lættari, um avbjóðingar stinga seg upp í gerandisdegnum, sigur hann.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Eg gleðist um hvønn dag, eg fái, og eg gleðist um, at eg havi tað gott, bæði likamliga og sálarliga.
Hann sigur, at hann kann ikki lata illa at, tí hann tekur ongan heilivág – bert vanligar vitaminir og lýsi, og hann etur annars allan góðan føroyskan mat.
- Mær dámar væl at hagreiða føroyskan mat, og tað gevur mær eisini eitt gott innlit í, hvat eg eti og havi brúk fyri.
Heðin Mortensen heldur tað vera skilagott at vera virkin hvønn dag – alt árið.
- Hetta er gott fyri bæði likam og sál. Eg íðkaði nógvan ítrótt fyrr, men nú er alt hetta meira frítíðarítriv, sum eg gangi høgt uppí, sigur hann.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini -
- Eg eri ikki ein “heilsu-freak” - https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-ikki-ein-heilsu-freak