Grønlendska reiðaríið, Qaleralik A/S í Nuuk, hevur yvirtikið nýbygning, sum er 82,30 metrar langur og 18 metrar breiður. Tað er spanska skipasmiðjan, Astilleros Murueta, ið hevur bygt skipið, sum Skipsteknisk AS i Ålesund hevur teknað.
Nýggi grønlendski trolarin, ið er ein av fleiri, sum grønlendsk reiðarí seinnu árini hava latið byggja, hevur fingið navnið, Tuugaalik. Skipið kemur í flotan fyri gamla Tuugaalik, sum er 66,40 metrar langur og 14,60 metrar breiður.
Gamli Tuugaalik, sum er lýstur til sølu, er bygdur á Myklebust Mekaniske Verksted í Noregi í 2001. Sambært kystmagasinet.no er tað Atlantic Shipping AS í Keypmannahavn, ið selur gamla trolaran, sum reiðaríið ætlar at fáa 155 miljónir krónur fyri.
Reiðaríið Qalerik A/S virkar í tøttum samstarvi við Royal Greenland, sum eisini hevur bílagt ein nýbygning á spanskari skipasmiðju. Tað er eisini Skipsteknisk AS í Ålesund, ið hevur teknað hetta skipið, sum verður ein nýggjur, Akamalik.
Nýggi Akamalik verður eftir ætlan latin Royal Greenland í 2025.
Tuugaalik hjá Qaleralik A/S í Nuuk hevur eina samlaða frystiorku á 80 tons um samdøgnið. Ovara lastin er á 1550 rúmmetrar og hevur pláss fyri 334 plattum, og niðara frystilastin er á 1400 rúmmetrar og hevur pláss fyri 287 plattum.