Nýggjur sáttmáli við grafiska yrkisfelagið

Lønarkarmurin er tann sami, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum

Tíðindi frá Vinnuhúsinum:

 

Mikudagin 30. apríl skrivaðu Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Grafiska Yrkisfelagið og Landsfelag Handverkaranna hinumegin undir nýggjan tvey ára sáttmála.

 

Sáttmálin ber við sær, at lønin hækkar 4,32% fyrsta árið og 3,87% næsta árið. Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

 

Á myndini skriva Jón Hestoy og Ólavur Frederiksen undir nýggja sáttmálan.