Borgarafundur í Dúvugørðum

- Høvi verður at føra fram sjónarmið og ynskir, sum býráðið kann arbeiða víðari við

- Eftir ein sera væleydnaðan borgarafund í Haldórsvík er tíðin nú komin til ein borgarafund í Saksun.

 

Soleiðis siga tey í Sunda kommunu.

 

Avgjørt er, at borgarafundur verður í Saksun í annaðkvøld, 7. mai, klokkan 19.30. 

 

Og fundurin verður í Dúvugørðum.

 

- Høvi verður at føra fram sjónarmið og ynskir, sum býráðið kann arbeiða víðari við.

 

Í Sunda kommunu, sum skipar fyri borgarafundinum, verður heitt á fólk um at møta fjølment.