Merz er nú valdur til samveldiskanslara í Týsklandi

Tað gekk ikki fyrru ferð í morgun hjá Friederich Merz at verða valdur til nýggjan samveldiskanslara í Týslandi. Honum vantaði 6 atkvøður

Merz undir øðrum atkvøðuumfari í Bundestag týsdagin. - Mynd: Ralf Hirschberger/Ritzau Scanpix

Øll vóru tikin á bóli av, at tað skuldu tvær royndir til fyri at velja konservativa leiðaran í Týsklandi, Friedrich Merz til nýggjan samveldiskanslara í Týsklandi.

 

Í seinnu royndini fær konservativi Friedrich Merz stuðul frá Samveldisdegnum til at gerast kanslari í Týsklandi.

 

Hetta gjørdist greitt seinnapartin týsdagin eftir atkvøðugreiðslu í Bundestag, har 325 tinglimir atkvøddu fyri 69 ára gamla týskaranum.

 

Fyrr á degnum gekk tað sera illa hjá Merz, til hansara stóru undran, tá hann tapti kanslaratkvøðu í Samveldisdegnum.

 

Her var hann seks atkvøður frá at náa neyðugu 316 atkvøðunum.

 

Týskir veljarar fóru á val í februar.

 

Her fekk konservativi CDU, saman við sínum bayerska systurflokki, CSU, 28,6 prosent av atkvøðunum.

 

Næststørsta var anti-tilflytaraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD), sum fekk 20,8 prosent av atkvøðunum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Merz undir øðrum atkvøðuumfari í Bundestag týsdagin. - Mynd: Ralf Hirschberger/Ritzau Scanpix