Eftir at hava verið saknað í næstan 63 ár, er nú 82 ára gamla, Audrey Backeberg, funnin aftur á lívi, veit BBC at siga.
Hvørvingin øll hesi mongu ár skal hava verið hennara egna val.
Sambært felagsskapinum, Wisconsin Missing Persons Advocacy, var Backeberg gift og hevði tvey børn, tá hon hvarv.
Tey høvdu verið gift, síðan hon var 15 ár.
Dagin fyri, at hon rýmdi, skal hon hava meldað mannin og sagt, at hann hevði sligið seg og hótt við at drepa seg.
Sama dag, sum hon hvarv, skuldi hon eisini hava verið á ullaverksmiðjuni, har hon arbeiddi og fingið sín lønarseðil.
Barnagentan hjá henni og manninum fortaldi fyri løgregluni, at hon og Backeberg fóru til høvuðsstaðin í Wisconsin og síðan við bussi til Indianapolis.
- Barnagentan gjørdist eftir øllum at døma bangin og vildi heim, men Audrey Backeberg vildi ikki heimaftur.
Hon varð seinast sædd ganga frá busssteðgistaðnum í býnum.
Málið varð tikið upp aftur í ár og farið varð ígjøgnum nógv gomul skjøl í leitanini eftir kvinnuni.
Isaac Hanson, ið var persónurin, sum loysti gátuna, segði við lokalu tíðindastøðina WISN, at ein ættarfrágreiðing frá systrini hjá Backeberg var lykilin til loysn av málinum.
##med2##
Hann setti seg í samband við myndugleikarnar, har Audrey Backeberg búði, og her varð hon funnin eftir so mong ár.
- Eg haldi, at hon bara vildi hvørva, flyta frá øllum og skapa sær eitt nýtt lív. Hon var glað, avgjørd, og her var eingin angur, sigur Isaac Hanson við WISN.
WISN er ein sjónvarpsstøð í Milwaukee í Wisconsin í USA, sum hevur tilknýti til ABC.