Bæði liðini hjá Áslu Johannesen og Jóhannu Fossdalsá Sørensen, Piteå og Häcken vóru fyri ósigrum í sætta umfarinum í bestu svensku fótbóltsdeildini hjá kvinnum, nevnd Damallsvenskan.
Ígjár tapti Piteå 1-3 fyri Brommapojkarna á útivølli í Stokkhólmi. Josefine Johansson legði Piteå á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men stutt undan steðginum javnaði heimaliðið. Heimaliðið skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Ásla spældi allan dystin.
Jóhanna spældi allan dystin, tá Häcken á útivølli tapti 0-1 fyri Hammarby. Liðið úr Stokkhólmi skoraði sigursmálið tíðliga í seinna hálvleiki.
Häcken er nummar fimm í deildini við níggju stigum, og Piteå er nummar átta við átta stigum. Hammarby er greitt oddalið við 16 stigum.
Komandi sunnudag eru bæði Piteå og Häcken á heimavølli. Piteå tekur ímóti Växsjö, og Häcken fær vitjan av Brommapojkarna.