Tað er ikki óvanligt, at algur gera um seg, tá hiti kemur í sjógvin, og norsk alibrúk hava áður verið rakt at algublóming.
Eitt av alifeløgunum, sum seinastu tíðina hevur verið hart rakt, er felagið Nordlaks, sum hevur havt algublóming á fleiri av sínum alibrúkum í Øksfjord í Nordland.
Avleiðingin hevur verið, at neyðugt hevur verið at tikið nógvan laks, og í fýra alibrúkum er allur laksurin longu tkin.
- Støðan er sera álvarslig, og vit hava mist nógvan fisk. Talan er um fleiri hundrað túsund fiskar.
Tað sigur samtaksstjórin í Nordlaks, Eirik Welde, við iLaks. Hann vísir á, at átaksstøðið framvegis er høgt, og tí verður fylgt væl við gongdini, eins og regluligar váðametingar og dagføringar verða gjørdar.
##med2##
Nordlaks varð rakt á alibrúkinum, sum kallast Fornes, seinasta vikuskiftið í apríl, og síðan eru fleiri onnur alibrúk hjá felagnum rakt.
Eirik Welde vísir á, at felagið hevur roynt at bjargað teimum virðum, sum bjargast kunnu.
- Longu nú er fiskur tikin úr fleiri alibrúkum, eins og roynt hevur verið at flyta fisk burtur úr økjum, har algublóming er, sigur samtaksstjórin í Nordlaks við iLaks.