Flúgvingin til og úr trimum teimum størstu flogvallunum í russiska høvuðsstaðnum Moskva er fyribils steðgað.
Tað upplýsa russisku loftferðslumyndugleikarnir í kvøld, og orsøkin er, at ukrainskar dronur eru ávegis móti býnum.
Sagt verður, at talan er um flogvallirnar, Vnukovo, Domodedovo og Zhukovskyj.
Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, sigur, at russiska loftverjan hevur skotið niður fimm ukrainskar dronur, sum vóru á veg móti høvuðsstaðnum.
Sambært tíðindastovuni NTB hava ukrainsku myndugleikarnir higartil ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini úr Moskva.