Gukesh Domm­araju er yngsti HM-vinnarin í talvi nakrantíð

Bert 18 ára gamli, Gukesh Domm­araju vann á Ding Liren í HM-dystinum

18 ára gamli, Gukesh Domm­araju úr India er yngsti HM-vinnarin í talvi nakrantíð.

 

Gukesh Domm­araju vann í HM-dystinum í Singapore á verandi heimsmeistaranum, 32 ára gamla Ding Liren úr Kina.

 

Gukesh Domm­araju vann samlað 7,5-6,5 í teimum 14 HM-dystunum. 

 

Ding vann fyrsta talvið, meðan Dommaraju vann triðja og tíggjunda talvið. Ding vann ellinta talvið, men Dommaraju vann fjúrtanda og avgerandi talvið. Hini níggju talvini endaðu við remis (javnleiki). 

 

Í India stórfegnast tey um HM-sigurin hjá Gukesh Domm­araju, og forsetin og aðrir framstandandi indarar hava verið skjótir at ynskja Gukesh Dommaraju hjartaliga tillukku við bragdinum.