Gullbrandur í Horni Øregaard hevur fingið heiðurin at gerast liðskipari hjá Sandnes ULF.
Sandnes spælir hetta kappingarárið í triðbestu norsku fótbóltsdeildini, har málið er greitt at vinna sær pláss í næstbestu deildini.
Sandnes kom væl frá fyrsta kappingardystinum, ið var leiktur sunnudagin seinnapartin.
Á heimavølli eydnaðist tað Sandnes at vinna 3-1 á EIK Tønsberg. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin hevði Sandnes økt til 3-0 áðrenn Tønsberg svaraði aftur.
Sandnes hevði bóltin væl meira og hevði væl fleiri málroyndir enn mótstøðuliðið.
Hetta var tann fyrsti av 26 kappingardystum í triðbestu deildini. Komandi leygardag spælir Sandnes dyst á útivølli móti Arendal.