Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík løgdu frá landi við einum sigri í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Á Víkinga-vøllinum eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0 á ÍBV.
Í 49. minutti legði Daníel Hafsteinsson Víking á odda 1-0. Seks minuttir seinni var stóra keypið, og gamla fótbóltsstjørnan vístur av vøllinum, so Víkingur mátti stríðast restina av dystinum 10 móti 11. Í 79. minutti tryggjaði Gunnar Víkingi sigurin, tá hann stútaði bóltin í netið aftaná eitt gott hornaspark.
Komandi sunnukvøld hevur Víkingur heimadyst móti KA.