Blaðið skrivar, at tað gongur ikki so væl hjá HB og italska venjaranum Adolfo Sormani.
– Eftir at hava vunnið fýra teir fyrstu dystirnar í kappingarárinum í Føroyum, hevur liðið nú tapt tríggjar á rað, harav ein var í steypakappingini. Eitt 4-0 tap móti KÍ Klaksvík var úrslitið av seinasta dystinum, skrivar íslendska blaðið.
Tí hongur italski HB venjarin í klønum tráð, heldur íslendska blaðið.
Blaðið skrivar um íslendska venjaran Arnar Grétarson, at hann er ógvuliga royndur venjari, og at hann millum annað hevur verið venjari hjá KA og Breiðablik í Íslandi, umframt Rosalere í Belgia.