Løgtingið hevur samtykt við aðru viðgerð uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár.
Tað varð gjørt við atkvøðunum hjá samgonguni, sum í dag vóru 16. Andstøðan, sum í dag hevði 13 atkvøður, atkvøddi ímóti.
Uppskotið skal aftur til 3. viðgerð, sum verður á skrá fríggjadagin.
Tað var ein treyt hjá Framsókn, at pensjónsaldurin skuldi hækka til 70 ár skjótari enn ætlað var við galdandi lóg um fólkapensjóns, sum varð samtykt í 2017. Hetta er fyri at bøta um langtíðarhaldføri í búskapinum, verður sagt.
Uppskotið hjá landstýrinum tíðartreytaða pensjóns varð eisini samtykt somuleiðis við atkvøðunum 16 fyri og 13 ímóti.
Atkvøðugreiðslan var soleliðis:
##med2##
##med3##