Í kjalarvørrinum av greinini, sum Frihedsbrevet hevur almannakunngjørt um Herbergið í Havn, ynskja vit at gera nakrar viðmerkingar til umrøðuna.
Vit á Herberginum í Havn hava síðan stovningardagin hin 1. apríl 1998 arbeitt út frá einum greiðum endamáli: At veita okkara veikastu borgarum eitt trygt stað at gista - við virðing, umsorgan og nærveru sum grundarsteini.
Herbergið er í støðugari menning
Arbeiðið við at betra og menna Herbergið er ein støðugur og miðvísur partur av okkara virksemi. Vit hava tey seinastu árini styrkt fakligheitina við at seta fleiri faklærd starvsfólk, harímillum sjúkrarøktarfrøðingar og sosialráðgeva og arbeiða miðvíst við at menna arbeiðsgongdir, skráseting og skipanir fyri at betra um tænasturnar og tryggleikan hjá okkara búfólkum.
Atfinningar, sum tær, ið koma fram í greinini hjá Frihedsbrevet, verða tiknar í størsta álvara. Vit taka øll viðurskifti um trygd, trivnað og virðiliga viðferð í størsta álvara og arbeiða alla tíðina við at eftirmeta og betra um okkara arbeiði. Vit hava somuleiðis opið og virkið samstarv við myndugleikar, eftirlitsmyndugleikar og fakfólk fyri at tryggja, at Herbergið livir upp til tær treytir, sum verða settar einum sosialum stovni.
Arbeiðsdagur við stórum avbjóðingum
At arbeiða á Herberginum merkir at møta menniskjum í kreppu – fólkum, sum ofta stríðast við álvarsamar trupulleikar, sum rúsevnismisnýtslu, psykiatriska sjúku, sosiala avbyrgd og djúpt lívsvónloysi.
Tað kann eisini henda, at starvsfólk skulu handfara støður, har borgarar í ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum eru harðligir, hóttandi ella truplir at handfara. Hetta setir stór krøv til tol, fakliga vitan, sjálvsavstráning og førleika at halda høvdið kalt í truplum støðum.
Í einum so krevjandi arbeiðsumhvørvi kann tað henda, at smá mistøk fara fram, so sum skrásetingarfeilir ella ófullfíggjað handfaring av truplum støðum. Slík einstøk mistøk skulu sjálvandi takast í álvara, rættast og nýtast sum lærutilfar, men tey skulu ikki vera lýsingin av arbeiðnum sum heild.
##med2##
Eitt stað har øll eru vælkomin
Vit á Herberginum vilja í verki vísa, at øll menniskju – óansæð fortíð, støðu ella trupulleikar – eru vælkomin. Vit arbeiða hvønn dag við at skapa eitt stað, har menniskju kunnu fáa eina heita song, eina máltíð, eina hjálpandi hond, og ikki minst verða møtt við virðing og umsorgan.
Vit ynskja, at Herbergið skal vera ein livandi, mennandi og tryggur staður fyri øll, sum hava tørv á okkum. Arbeiðið at betra karmarnar heldur fram, og vit eru takksom fyri bæði stuðul og konstruktivan kritikk, sum kann verða við til at gera okkara tilboð enn betri.
Og til seinast vil eg bert viðmerkja, at eg hevði ikki arbeitt ein tíma í einum staði í greinini, sum Frihedsbrevet umrødur.
Við heilsan
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum