Mentanarhúsið Salt á Drelnesi er farið undir at skipa fyri tiltøkum, ið verða nevnd Open Mic, eins og vit kenna aðtastaðni.
Undirtøkan hevur verið góð, frættist úr Salt.
Vanligt er, at onkur, ið kanska hevur ávísar royndir, leggur fyri, og síðani er mikrofonin opin, og ein og hvør kann koma á pall og framføra, hvørt tað eru yrkingar, tónleikur, forteljingar, ella annað. Til fyrsta tiltakið løgdu Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen fyri, og aðruferð fóru Gundur Johansen og manning á pall.
Mikukvøldið 30. apríl verður á 3. sinni skipað fyri Open Mic í Salt. Her fara Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Dánjal Jákup w. Holm og Janus Kampmann at leggja fyri. Nakrir av hesum mannað bólkin Hvarv, sum fyri stuttum gav út lagið Sálirfrændi mín.
Byrjað verður kl 20.00 í Salt.