Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel og Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vunnu seg í kvøld til FINAL FOUR í European League, ið verður leikt í Hamburg, dagarnar 24. og 25. mai.
THW Kiel vann á heimavølli í Wonderino høllini 35-30 á franska liðnum, Limoges, og harvið ein samlaðan 61-56 sigur í fjórðingsfinalunum. Kiel var á odda 16-15 í steðginum. Elias hevði eina málroynd, men hon fór tíverri ikki inn.
Flensburg-Handewitt vann í Flens Arena høllini 35-29 á danska GOG, og harvið ein samlaðan 64-55 fjórðingsfinalusigur. Í steðginum var Flensburg frammanfyri 17-12. Jóhan skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Tað vera trý týsk lið í FINAL FOUR í Hamburg, tí Melsungen hevur eisini vunnið seg millum fýra tey seinastu liðini í kappingini. Fjórða liðið í kappingini er franska liðið, Montpellier.