HB tók seg eitt stig nærri bjargingini

1. DEILD: Hóast stóra leikliga yvirvág eydnaðist tað ikki TB at vinna fulla úrtøku í Gundadali

Markus Thorberg er venjari og miðvallari á TB liðnum. Í dag legði hann TB á odda 1-0, men HB javnaði til 1-1

Í dag hittust TB og næstbesta liðið hjá HB fyri triðju ferð í ár. Hetta var fyrsti dysturin hjá teimum í Gundadali í ár, og úrslitið var 1-1. Hetta er sama úrslitið, sum tað var, tá ið HB 15. juni var gestur við Stórá í Trongisvági. Fyrru ferðina, HB var í Trongisvági, endaði tað við 4-0 heimasigri.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at TB er á sætta plássi við 29 stigum. Tað eru átta stig fram til bronsuplássið, og harvið er møguleikin hjá TB at vinna beinleiðis uppflyting ikki so stórur.

 

HB er aftast, og stigið í dag ber við sær, at tað eru seks stig fram til áttanda plássið. KÍ, sum er á áttanda plássi, fær seinni í dag vitjan av AB.

 

Tað var TB venjarin Markus Torberg, sum eftir stóran hálvan tíma legði TB á odda 1-0. Hetta var fimta málið hjá Markusi í ár, og hann er nú TB toppskjútti saman við Torkili Holm.

 

Seks minuttir seinni javnaði HB til 1-1: Málskjútti var Djóni Samuelsen. Hetta var triðja málið hjá 17 ára gamla Djóna Samuelsen í 1. deild í ár.

 

Tølini siga, at bólturin var væl meiri í heimabrotsteiginum. TB vann 15 hornaspørk, og HB vann trý hornaspørk, men tað eydnaðist ikki TB at umseta meiri enn eina støðu til mál.

 

Næsti dystur hjá HB verður um tvær vikur á útivølli ímóti NSÍ.

 

Um tvær vikur fer TB aftur norður í høvuðsstaðin. Tá verður mótstøðuliðið AB.

 

Markus Thorberg er venjari og miðvallari á TB liðnum. Í dag legði hann TB á odda 1-0, men HB javnaði til 1-1