Venjaratoymið hjá Betri-monnum hjá HB hevur biðið um at verða loyst úr starvi. Nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.
Hesum boðar starvsnevndin hjá HB frá í dag.
– Vit takka Dodo, Gianni, Gilberto og Tero fyri samstarvið og ta orku, sum teir hava lagt í arbeiðið. Ikki minst Løgmanssteypið 2024, sigur starvsnevndin hjá HB.
– Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn upp á pláss innan stutta tíð, sigur starvsnevndin.
Til nýggjur venjari verður settur, fer André Olsen at standa við ábyrgdini av Betri-monnum.
HB tapti í gjár 7-1 móti NSÍ, sum er størsta tap hjá besta liði hjá HB í 80 ár.