Heimsins elsta fólk legði árarnar inn

Sum barn hevði hon ikki góða heilsu. Hon var kløn, og fleiri væntaðu, at hon fór at doyggja ung

 

Brasilianska nonnan, Inah Canabarro Lucas, sum eisini var heimsins elsta fólk, er deyð, 116 ára gomul. 

 

Tað upplýsir meinigheitin, Congregation of Teresian Sisters, og tað var her, at hin 116 ára gamla búði í býnum, Porto Alegre í Brasilia.

 

Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga.

 

Sambært felagsskapinum, LongeviQuest, sum fylgir við heimsins eldru fólkum, var ikki líkt til, at Inah Canabarro Lucas fór at gerast gomul.

 

Sum barn hevði hon ikki góða heilsu. Hon var kløn, og fleiri væntaðu, at hon fór at doyggja ung, visti felagsskapurin at siga fyrr í ár.

 

##med2##

 

Hon var oldurabbabarn hjá generalinum, David Canabarro - ein kendur hernaðarleiðari úr brasilianska borgarakrígnum í 1800-talinum.

 

Eins og oldurabbin, hevur Inah Canabarro Lucas havt eitt hendingaríkt lív.

 

Eftir at hava gingið á altjóða skúla sum ung, flutti hon til Uruguay at gerast nonna. 

 

Seinni flutti hon aftur til Brasilia at undirvísa í portugisiskum og matematikk á einum skúla í Rio de Janeiro.