Av hjarta takki eg øllum tykkum, sum stuðlaðu Tjóðveldi á fólkatingsvalinum í gjár. Ein serstøk tøkk til tykkum 958, sum stuðlaðu mær persónliga. Tað rakk til eitt fremstapláss á lista E og eitt 3.pláss av øllum uppstillaðu, tað eri eg errin av og takksom fyri.
Eisini ein hjartans tøkk til liðið á lista E og til okkara fantastiska bakland. Tykkara partur lá ikki eftir.
Eri fegin um, at kvinnurnar hesaferð gjørdu eitt sera gott val, og í trimum flokkum endaðu fremst ella næstfremst.
Hjartaliga tillukku Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale við tykkara óvanliga flotta vali. Bestu eydnu í starvinum á Christiansborg.
Kærar heilsanir.
Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi