Í samstarvi við danska hondbóltssambandið hevur Hondbóltssamband Føroya fingið í lag, at brøðurnir Høgni og Andrias Gaard hava fingið hondbóltsdómaraútbúgving, eisini so teir kunnu vera føroyska altjóða dómaraparið.
Ígjár boðaði DanskHåndbold Øst frá, at tey hava fingið tríggjar elitudómarar gjøgnum nálareygað. Tveir av teimum eru føroyingar. Nevnliga brøðurnir Høgni og Andrias Gaard.
Høgni og Andrias Gaard skulu eftir tí sum frættist í byrjanini døma dystir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og so við tíðini um menningin heldur fram eisini døma dystir í bestu donsku deildini.