Hvítu Húsini: 145 prosent í tolli á Kina

Trump boðaði í gjár frá, at Kina verður rakt av 125 prosentum av tolli, men í roynd og veru er tollprosentið enn hægri.

Amerikanski tollurin á kinesiskum vørum er í minsta lagi 145 prosent eftir seinastu hækkingina av amerikanska tollinum.

Tað boða Hvítu Húsini frá í dag, sambært CNN.

Donald Trump, forseti, boðaði mikudagin frá, at hann fór at hækka "hvør sína tollin" á vørur úr Kina til 125 prosent.

Tá var ikki greitt, at tey 125 prosentini fóru at leggjast afturat 20 prosent tollinum, sum frammanundan varð lagdur á kinesiskar vørur.

Tá 20 prosent tollurin varð lagdur á kinesiskar vørur, varð tað sambært Trump gjørt fyri at steðga ólógligari innflyting og smugling av fentanyl til USA.

Hann ákærdi Kina fyri at hava ein leiklut á báðum økjum.

Tollurin á kinesiskum vørum er nógv tann hægsti tollurin, sum Trump hevur lagt á síðani hann tók við sum forseti.

Í fyrstu atløgu vóru kinesiskar tollaðar við 34 prosentum. Síðani er tollurin hækkaður tvær ferðir og er nú 145 prosent.

 

/Ritzau/