Í minsta lagi 14 palestinar dripnir í álopum í Gaza

Ísrael framdi fleiri álop á Gazageiranum í nátt, sigur ein talsmaður fyri borgaraverjuna í Gaza

Í minsta lagi 14 fólk eru deyð, meðan fleiri eru særd eftir fleiri ísraelsk álop í nátt, upplýsir ein talsmaður fyri borgaraverjuna í Gaza. Myndin her tikin sunnudagin. - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 14 fólk hava latið lív í ísraelskum loftálopum fleiri staðni í Gaza í nátt.

Tað upplýsir borgaraverjan í Gaza, sambært tíðindastovuni AFP.

- Í minsta lagi 14 fólk doyðu og fleiri fingu skaða undir fleiri álopum í Gazageiranum, sigur talsmaðurin hjá borgaraverjuni, Mahmoud Bassal.

Sambært miðlunum Al-Jazeera hava álop verið í Nuseirat, sum liggur miðskeiðis í Gaza, og í Beit Hanoun og Gaza City, sum liggur í norðara parti av Gazageiranum.

Ísraelski herurin, IDF, upplýsir í eini fráboðan í morgun, at fýra ísraelskir hermenn lótu lív í gjár í bardøgum í norðara parti av Gaza.

/Ritzau/