Sambært tíðindastovuni NTB, sum eitt nú norska kringvarpið endurgevur, hava í minsta lagi 36 fólk latið lív í einari bussvanlukku har norðuri í India.
Talan var um ein buss við ferðafólki, sum koyrdi út av vegnum og datt fleiri metrar niður í eitt skarð, upplýsa lokalu myndugleikarnir í økinum.
Hendingin fór fram í Almora-økinum í Himalaya. Fleiri enn 40 fólk vóru í bussinum, tá vanlukka hendi, og bjargingarlið vóru skjót á vanlukkustaðið.
Umframt tey deyðu, vóru trý onnur ferðafólk álvarsliga løstað, og tey vórðu flutt á sjúkrahús við tyrlu, vita lokalu myndugleikarnir í økinum at siga.